20. mars boðaðu fyriskiparar av Olympisku Leikunum í Tokyo frá, at bert áskoðarar, sum eru búsitandi í Japan sleppa inn at fylgja við leikunum í summar, men nú kann tað enda við, at eingir áskoðarar vera yvirhøvur.
Tað sigur forkvinnan í OL-fyrireikingarnevndini, Seiko Hashimoto. Orsøkin er høga smittutrýstið í Japan í løtuni.
– Vit kunnu enda í eini støðu, har vit ikki kunnu loyva áskoðarum at koma inn. Leikirnir kunnu bert metast at vera væleydnaðir, um vit kunnu verja bæði japanska fólkið og lív og heilsu hjá ítróttafólkunum, sigur hon.
Flestu londini í heiminum eru nú farin í holt við at koppseta borgarar fyri koronu, men av tí at ítróttafólkini, sum eru sloppin við til OL, í flestu førum ikki eru millum tey, sum eru eldri ella í serligum vandabólki, eru tey ikki sloppin framat enn.
Í fleiri londum hevur mann tó boðað frá, at ítróttafólk, sum skulu til OL, verða koyrd longur fram í bíðirøðina, so tey eru vorðin liðugt koppsett, tá OL fer av bakkastokki.
Upprunaliga skuldi OL vera í Tokyo í fjør, men leikirnir vórðu útsettir orsakað av koronu. Eftir ætlan verður OL í døgunum 23. juli – 8. august.
Fleiri kanningar hava tó víst, at japanska fólkið heldur ynskir, at OL verður avlýst ella útsett enn einaferð, men Seiko Hashimoto sigur, at tað framvegis er ætlanin at hava OL í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald