Fleiri góð og spennandi talv sóust í fyrsta umfari í Landsliðsbólkinum í FM-einstaklingakappingini í talvi í gjár.
Við føroyskum brillum var Olaf Berg dagsins hetja. Í einum fínum talvi koppaði hann svianum Drazen Dragicevic, hvørs styrkital er meira enn hundrað stig hægri enn hjá Olafi. Men tað sást ikki í gjár. Hatta var Olaf, tá hann er bestur.
Helgi Dam Ziska noyddist at sættast við remis móti Carl Eli Samuelsen. Carl Eli telvaði frískliga og ágangandi, og Helgi kom ongantíð veruliga fyri seg við svarta fólkinum.
Sjúrður Thorsteinsson stríddist leingi við svarta fólkinum móti Carsten Høi, men mátti til endans lúta.
Í fjórða talvinum sótu Hans Kristian Simonsen og Normunds Miezis. Lettiski stórmeistarin telvaði sera væl og vann ógvuliga sannførandi.
Annað umfar er í dag. Tá verður telvað soleiðis í Landsliðsbólkinum:
Helgi Dam Ziska – Drazen Dragicevic
Sjúrður Thorsteinsson – Olaf Berg
Hans Kristian Simonsen – Carsten Høi
Carl Eli Samuelsen – Normunds Miezis
Byrjað verður klokkan 14.00 á Finsen í Havn. Til ber at fylgja við leik fyri leik á øllum borðum í FM-bólkinum. Leinki sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald