Kappríðing á ólavsøku er gamal siður, kappast hevur verið í nærum 100 ár, men seinastu 50 árini hevur kappríðingin verið við Marknagil.
Soleiðis er eisini í dag, ólavsøkudag. Klokkan 14 byrjar kappríðing har 26 ross luttaka. Kappast verður í seks greinum: skeið, tølt, trav, tvíspor ung, tvíspor II flokkur og tvíspor I flokkur.
Skeið og tølt eru greinar har rossini ríða hvør sær 100 metrar. Tann sum so hevur bestu tíð er vinnari. Trav, tvíspor ung og tvíspor II flokkur verður riðið í riðlum á 250 metrar, har tvey ella trý ross eru í hvørjum riðli. Tann sum so hevur bestu tíð vinnur. Sama er galdandi fyri tvíspor I flokk, men har verður riðið 500 metrar.
Nógv fólk hava sum fasta sið, at leita sær niðan í Marknagil ólavsøkudag, har fæst kaffi og annað til keyps.
Paringar og kunning um ross sæst á leinkju her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald