Kappróður

Ólavsøkuróðurin hátíðarhald á Reinsarínum

Í annaðkvøld kl. 19 fáa tíggjumannaførini handað heiðursmerkini, sum tey vunnu á ársins ólavsøkuróðri, eftir at dómsnevnd RSF nú hevur staðfest, at róðurin er galdandi.

2019-09-08 09:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánakvøldið, 9. september klokkan 19, skipar Áhugafelagið ólavsøkuróður fyri almennum hátíðarhaldi á Reinsarínum í Havn, tá ið tíggjumannaførini 2019 fáa handað heiðursmerkini, sum tey vunnu sær á ársins ólavsøkuróðri, eftir at dómsnevnd RSF nú hevur staðfest, at róðurin er galdandi.

Á hátíðarhaldinum verða røður og livetónleikur, borðreitt verður við kaffi og køku, umframt at 3-2 hjá Kringvarpinum fer at senda beinleiðis frá sjálvari handanini.

Hátíðarhaldið er alment.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder