Hondbóltur

Óli: - Ein dreingjadreymur at vinna heiðursmerki fyri Føroyar

Hetta má vera tað størsta hjá mær higartil, sigur HM-toppskjúttin. - Kanska vit einaferð røkka slíkum við A-landsliðum, men tað krevur nógv. Óli Mittún hevði gleðiliga býtt MVP-heitið út við bronsuna um tað var.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-29 21:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Tað var ein ógvuliga errin Óli Mittún, sum Portalurin tosaði við uttanfyri Arena Katowice í kvøld.

Bindið helt, kundi smílandi spælskiparin og HM-toppskjúttin staðfesta. 

- Vit standa aftur heilt væl saman og geva ongantíð upp. Tað eyðkennir hetta liðið.

Óli varð kosin mest virðismikli spælarin (MVP) í endaspælinum, men tað var ikki tað, sum hann hugsaði serliga nógv um í støðuni.

- Eg hevði gleðiliga býtt tað um við bronsuna, um valið stóð millum tað. Hetta er heilt fantastiskt...tað má vera tað størsta higartil á mínari yrkisleið og avgjørt ein dreingjadreymur, sum er gingin út: At vinna heiðursmerki við Føroyum

[object Object]Ein errin Óli Mittún við HM-heiðursmerkjinum (Mynd: Sverri Egholm)

Kanska tað verður við A-landsliðnum einaferð, sigur Óli Mittún - tað er tað heilt stóra málið. Nú snýr tað seg tó um at njóta hetta eina løtu og so GOG.

Sí eisini: Óli Mittún mest virðismikli spælari og toppskjútti í endaspælinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder