Hondbóltur

Óli Mittún kann gerast svenskur meistari í kvøld

Fjórða SM-finalan millum Sävehof og Ystads verður spæld í fullsettari leikhøll í Ystad klokkan 17. Tað er 2-1 til Óla og teir í dystum.

2024-05-28 11:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjakvøldið vann IK Sävehof triðju finaluna um svenska meistaraheitið. Talan var um langa og dramatiska finalu, tí neyðugt var við tvífaldari longdari leiktíð í Partille.

Les eisini: Óli Mittún og Sävehof nærkast svenska meistaraheitinum

Ëftir 80 minuttir var Sävehof omaná. Óli Mittún spældi stóran leiklut: 18-ára gamli hoyvíkingurin varð javnsettur toppskjútti við níggju málum, og tað var hansara høgg í síðsta minutti í fyrru longdu leiktíðini, sum tryggjaði  Sävehof tíggju minuttir aftrurat.

Sigurin fríggjakvøldið merkir, at  Sävehof kann tryggja sær svenska meistaraheitið við sigri í Ystad í kvøld. Fyrsta liðið at vinna tríggjar finalur gerst meistari, og eftir dystin fríggjakvøldið er 2-1 til Óla og teir.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu vann svenska meistaraheitið við Sävehof í 2021. Í fjør taptu Elias, Óli og hinir finalurøðina - nú kann Óli Mittún vinna gull (Mynd: EHF)

Tað er útselt til dystin í leikhøllini í Ystads, har heimaliðið fer at gera alt fyri at fáa eina fimtu og altavgerandi finalu. Um tað stendur á jøvnum eftir 60 minuttir í kvøld, er neyðugt við longdari leiktíð aftur.

Dysturin byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Hann kann síggjast á SVT2, sum er ein av pakkunum hjá Televarpinum.

Portalurin verður eisini á staðnum í Svøríki - meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder