2025-09-13 13:19

Óli Mittún og GOG eru í dag á vitjan hjá meistarafavorittunum í bestu donsku deildini, Aalborg Håndbold.
Ungi hoyvíkingurin skoraði síni fyrstu mál í Champions League hósdagin, tá GOG møtti stórliðum Barcelona, sum var ein ov tungur biti. Barcelona vann trygt 37-32.
Bæði GOG og Aalborg håndbold hava fult stigatal eftir tvey umfør.
Dysturin verður vístur á høvuðsrásini hjá TV2 frá klokkan 15 føroyska tíð. Byrjað verður longu at senda frá klokkan 14:30 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald