Næstseinasta umfar í bólkaspælinum í European League varð spælt í gjárkvøldið. Fýra føroyingar hjá tveimum ymiskum feløgum vóru í eldinum.
THW Kiel og Flensburg-Handewitt:
Týsku stórfeløgini, sum spældu ímóti hvørjum øðrum sunnudagin, høvdu spælt seg víðari í kappingini undan dystunum í gjár. Tey vunnu eisini og hava harvið fult stigatal.
Sum vanligt í European League fekk Jóhan á Plógv Hansen, ið er fyrsta val í Bundesliguni, hvíld. Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk eisini hvíld hjá Kiel í Spania.
Valur
Bæði strandingurin Allan Norðberg og skálamaðurin Bjarni í Selvindi skoraðu tvey mál, tá Valur spældi 34-34 javnleik móti HC Vardar 1961 í gjár. Tvífaldi Champions League-meistarin hevur eftir spennandi dystin og úrslitið ongan møguleika at koma víðari í kappingini.
Tað hevur Valur heldur ikki. Íslendska liðið hevur tvey stig (tveir javnleikir) fyri fimm dystir. Allan skoraði uppá báðar sínar skotroyndir í gjár - eina av vonginum og eina í mótálopi. Bjarni skoraði upppá tvey av sínum trimum skotum.
Allan Norðberg var í fjør við til at vinna European Cup, ið er kappingin "undir European League"
IK Sävehof
Óli Mittún skoraði uppá átta av sínum tíggju skotum, og Ísak Vedelsbøl skoraði uppá sítt einasta tá tað eydnaðist svensku meistarunum at vinna í Fraklandi.
Heimaliðið var annars á odda 15-13 í steðginum, men Sävehof spældi ein flottan 2. hálvleik.
Tað verður tó ikki nóg mikið í savnaða roknistykinum: Toulouse er tvey stig frammanfyri Sävehof á tí 2. plássinum, sum gevur víðari atgongd til høvuðsumfari saman við eitt'aranum. Ein dystur er eftir, og harvið kunnu Óli og Ísak og teir eisini náa at røkka seks stigum. Toulouse vann tó stórt í Svøríki í fyrra dystinum millum liðini, og innanhýsis úrslit telja.
EHF skrivar, at øll 16 plássini í høvuðsumfarinum eru uppá pláss. Liðini hjá Jóhan á Plógv Hansen og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu vera við - tað vera Valur og Sävehof ikki. Seinasta umfar í bólkaspælinum er á skránni í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald