50 mál upp á fýra dystir.
Tað eru hagtølini hjá 17 ára gamla Óla Mittún á føroyska U18 landsliðnum, sum í hesum døgum spælir EM í Montenegro.
Evropeiska hondbóltssamgongan legði í dag hagtølini hjá unga hoyvíkinginum út, og í kvøld hevur danska TV2 grein um úrmælingin.
Í greinini hjá TV2 verður prátað við føroyska A-landsliðsvenjaran, Peter Bredsdorff-Larsen, sum kallar hann serstakan. Góðu hagtølini koma ikki óvart á landsliðsvenjaran.
- Her hava vit ein heilt serligan úrmæling, sum eisini er eigur at vera í uppskoti at blíva virðismiklasti spælari í kappingini, sigur Peter Bredsdorff-Larsen við TV2 Sport.
- Hann er ikki spælarin við nógvari kropsligari styrki, men hann er spælarin við skjótleika. Tí er hann eisini til stóran íblástur fyri nógvar aðrar spælarar. Hann er ein nýmótans spælari, fintusterkur og klárar seg við ferðini.
Peter Bredsdorff-Larsen (Mynd: Sverri Egholm)
- Hann er hugvekjandi, sigur landsliðsvenjarin.
Okkurt bendir eisini á, at vit fara at síggja Óla Mittún á A-landsliðnum, tá teir næstu ferð skulu í eldin.
- Hann er so góður og ungur, at hann kann spæla á øllum landsliðnum. Men vit skulu sjálvandi minnast til at ansa eftir Óla Mittún, sigur Peter Bredsdorff-larsen.
Óli Mittún er uppvaksin í H71, men skiftir nú til Sävehof í Svøríki og verður liðfelagið hjá systkinabarninum Eliasi Ellefsen á Skipagøtu.
Les eisini: Ikki sama flog yvir 18-dreingjunum í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald