Annað

Óli Mortensen vann gullheiðursmerkið nummar 100

Seinnapartin eydnaðist tað Óla Mortensen úr Havnar Svimjifelag at koma upp á hundrað gull.

(Skíggjamynd: KVF)

(Skíggjamynd: KVF)

2019-11-03 17:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hundrað ferðir hevur Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag staðið á pallinum og fingið gullheiðursmerkið um hálsin.

Hann tryggjaði sær sítt gullheiðursmerkið nummar 100 í 400 metrum blandað á FM í stuttgeil fyri løtu síðani.

Bæði fríggjadagin og í gjár royndi hann eftir gylta talinum, og tað hevur gingið væl hjá honum, tí hann hevur vunnið at kalla allar kappingarnar hann hevur verið við í um vikuskiftið.

Kringvarpið sendir beinleiðis frá kappingini. Fylg við her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder