2019-01-25 07:59
Sviar skipa nú í vikuskiftinum fyri árliga “Swedish Grand Prix” í Malmö, har eisini Alvi Hjelm og Óli Mortensen luttaka.
Sigast kann, at Óli verður styrkismettur sum næstbestur í 1500 frí, skrivar svimjing.com.
Kappast verður leygardagin 26. og sunnudagin 27. januar 2019, í Hylliebadet í Malmö.
Alvi skal kappast í 100m rygg, 200m bringu, 200m frí og 200m blandað, meðan Óli kappast í 200m firvald, 400m frí, 200m frí og 1500m frí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald