Hondbóltur

Óli og teir nærkast hálvfinalunum - Rói og Hallby varðveita helst plássið

IK Sävehof hevur nú vunnið tvær fjórðingsfinalur, og tað er fyrst upp í trý - Óli Mittún var javnsettur toppskjútti í gjár. Sami leistur er hjá Hallby í upp- og niðurflytingardystinum, sum hevur vunnið tveir slíkar.

Óli Mittún spældi finalur um svenska meistaraheitið í fjør, tá tá koppaði tað til Kristianstad eftir fimm dystir - í gjár skoraï Óli seks mál (Mynd: Sävehof)

Óli Mittún spældi finalur um svenska meistaraheitið í fjør, tá tá koppaði tað til Kristianstad eftir fimm dystir - í gjár skoraï Óli seks mál (Mynd: Sävehof)

2024-04-09 14:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir tríggir føroyingarnir í bestu svensku deildini spæla í løtuni play-off dystir. Hjá Óla Mittún og IK Sävehof er talan um SM-fjórðingsfinalur. Hjá Hallby, við Pæturi Mikkjalsson og Róa Ellefsen á Skipagøtu á liðnum, er tað talan um upp- og niðurflytingardystir.

Hallby endaði á fjórðaftasta plássi í grundspælinum og spælir harvið um upp-og niðurflyting. Talan er um dystir móti liðnum, sum endaði á 5. plássi í næstbestu svensku deildini.

Fyrsti dystur móti Vinslovs gjørdist tungur, men Hallby vann útidystin eftir longda leiktíð. Í heimadystinum í gjár, var Hallby greitt omaná og vann 33-26. Harvið er 2-0 í dystum nú.

Rói Ellefsen á Skipagøtu skoraði eitt mál og legði upp til nøkur. Hin føroyski landsliðsspælarin í hópinum hevði havt størri leiklut, um hann ikki hevði skrivað undir við Team Sydhavsøerne til næsta ár. Pætur Mikkjalsson spælir harvið ikki í felagnum næsta ár - Rói á Skipagøtu hevur sáttmála fyri 2024/2025 eisini.

Dysturin í morgin kann gerast tann seinasti fyri Pætur fyri Hallby. Vinslovs vitjar aftur. Tað er "fyrst upp í trý", so hjá Hallby snýr tað seg um at royna at avgerða tað í morgin.

[object Object]

[object Object]
Rói Ellefsen á Skipagøtu (ovara myndin) og Pætur Mikkjalsson (niära myndin) hava í ár spælt fyri Hallby. Pætur var óheppin við drúgvum skaða í fyrsta parti av árinum - hann skiftir til danskan hondbólt til næsta kappingarár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Óil Mittún og Sävehof kunnu spæla seg í SM-hálvfinalurnar hóskvøldið. Sävehof hevur vunnið báðar fjórðingsfinalurnar higartil móti Malmö.

Í gjár endaði tað 26-44 í Malmö. Óli varð javnsettur toppskjútti við seks málum. 18-ára gamli hoyvíkingurin legði eisini upp til trý mál. 

Sävehof hevur spælt SM-finalur seinastu árini, og hevur ógvuliga spennandi European League-fjórðingsfinalur móti Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt á skránni seint í mánaðinum.

Hóskvøldið skal arbeiði í SM-fjórðingsfinalunum gerast liðugt á heimavølli móti Malmö.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder