Ystad, Svøríki (Portalurin): Tað er ikki ofta, at føroysk ítróttarfólk eru við til at vinna steyp uttanfyri uttanfyri landoddarnar í liðítrótti.
Nógvir hondbóltsspælarar hava seinastu árini roynt seg uttanlands seinastu árini, og nøkur dømi eru um steyp - serliga í Íslandi. Í ár hevur Allan Norðberg vunnið bæði steypakappingina og European Cup.
Sí eisini: Allan og Valur vunnu Europan Cup eftir brotskøst
Í 2021 skrivaði Elias Ellefsen á Skipagøtu søgu, tá hann gjørdist svenskur meistari. Tá 18-19 ára gamli hoyvíkingurin hevði stóran leiklut í sjeynda meistaraheitinum hjá IK Sävehof.
Í ár hevur Óli Mittún havt stóran leiklut. 18-ára gamli hoyvíkingurin er ársins spælskipari í Svøríki og hevur verið toppskjútti í báðum finalusigrunum hjá Sävehof higartil.
Nú kann tann triðji og avgerandi koma í hús. Í fjør rakk tað akkurat ikki hjá Eliasi, Óla og hinum, sum taptu 3-2 í finalurøðini ímóti Kristianstad. Fjórða og møguliga avgerandi finalan í 2024 verður í Ystad klokkan 17 føroyska tíð. SVT á Televarpinum vísir dystin.
Portalurin verður á staðnum til dystin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald