Annað

Óli vann silvur á Swedish Open

Alvi endaði nummar trý í b-finalu.

Alvi Hjeml (t.v.) og Óli Mortensen (t.h.) (Mynd: Svimjing.com)

Alvi Hjeml (t.v.) og Óli Mortensen (t.h.) (Mynd: Svimjing.com)

2019-01-28 12:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Teir báðir føroysku svimjararnir Óli Mortensen og Alvi Hjelm hava kappast í Swedish Open Swim Grand Prix um vikuskiftið.

Báðir svimjararnir kappaðust í fleiri greinum. Millum góðu úrslitini kunnu nevnast, at Óli vann silvurheiðursmerki í 1500 metrar frísvimjing, tá hann svam teinin við tíðini 16:17.10. Vinnari gjørdist danski Alexander Aslak Nørgaard, sum svam teinin við tíðini 15:40.72, skrivar svimjing.com.

Alvi Hjelm gjørdist triði skjótastur í b-finaluni í 200 metrar frísvimjing. Hann svam teinin við tíðini 1:57.49.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder