IK Sävehof og Kristianstad spældu í kvøld fyrstu SM-hálvfinaluna. Meistararnir vitjaðu í Partille, og har var eingin náði.
Heimaliðið var greitt omaná, var á odda 14-7 í steðginum og vann 33-23.
Óli Mittún var ógvuliga týðandi spælari í stórsigrinum hjá Sävehof. 18-ára gamli føroyingurin skoraði níggju mál og gjørdist harvið toppskjútti í dystinum. Hann legði eisini upp til fleiri mál og legði nógv trýst á verjuna hjá Kristianstad.
Simon Möller og verjuparturin gjørdu sítt, og fyrimunur til IK Sävehof sum tapti SM-finaluna móti júst Kristianstad í fjør.
Nú royna Óli og teir aftur. Liðini spæla aftur í Kristianstad næsta fríggjakvøld. Fyrsta liðið sum vinnur tríggjar hálvfinalur kemur í finalurnar.
Áðrenn hevur IK Sävehof stóra uppgávu í European League: Týskvøldið klokkan 17.45 ímóti Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt á heimavølli.
Óli Mittún varð í dag úttikin til HM play-off dystirnar móti Norðurmakedónia. Teir verða spældir 8. mai (heima) og 12. mai (úti).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald