Leygardagin verður fyrsta av teimum trimum stórkappingunum, sum feløgini og FÍF í felag eru um. Nú eftir at tilmeldingarfreistin er farin, sær eitt sindur betur út við luttøku enn hesi bæði seinastu árini.
Hvistan við
Sera hugaligt er at síggja, at felagið úr Suðuroy, Hvistan, á fyrsta sinni verður umboðað til stórkappingina. Hvistan Ung er nýtt tiltak hjá teimum har suðuri, og tey royna nú at birta lív í frælsa ítróttin. Lesið meira um tey góðu tíðindini HER. Fýra gentur og tveir dreingir koma norður at kappast.
Treysti størst
Fyri nøkrum árum síðani minnast vit stóra gula hópin hjá Treysti á Tórsbreyt, tá stórkappingarnar fóru fram. Vit hava tó eisini verið vitni til, at hesin hópur ár um ár er tódnaður. Men ferð er aftur komin á barna- og ungdómsvenjingina í Klaksvík, og við 26 íðkarum er Treysti tað felagið, sum hevur nógv størst umboðan leygardagin.
Treysti hevur sett Gunnar Sivertsen at taka sær av venjingunum, og hetta hevur víst seg at rigga stak væl og úrslitið sæst aftur í stóra gula hópinum leygardagin.
Roysnið er ikki fult so væl mannað, sum tey vóru tvey tey undanfarnu árini, men tey møta við seks íðkarum. Frælsi úr Vágum verður eisini á Tórsbreyt og hava fýra luttakarar við. Bragdið og Hvirlan hava 16 íðkarar hvør, skrivar heimasíðan hjá Frælsi Ítrótti Føroya.
Venjingarstøðan er góð
Tey verða úti við 80, sum fara at dystast á Tórsbreyt leygardagin. Hóast hetta er fyrsta stórkappingin í ár, hava fleiri av luttakarunum verið til nógvar kappingar í ár. Bæði inni og úti. Til Stórmót IR, Pallas Spelen, DM Ung og DM Vaksin, vóru nógvir føroyskir startir. Síðani hava verið nakrar opnar kappingar á Tórsbreyt, og næstseinasta vikuskifti var so fyrsta veruliga uttandurastevnan, Tårnby Games, har heilt nógvir føroyingar royndu seg.
Úrslitini higartil í ár hava verið heilt fram úr. Met og ungdómsmet eru nú dagførd, og við tí innsatsi, sum okkara ungu hava framt, var hetta ikki løtuverk. Longu í ár táttar í 100 bólkamet, og rt tað greitt tekin um, at tað verður arbeitt hart í feløgunum. Hetta helst tí fleiri fara til oyggjaleikirnar í juli. Føroyar hava í ár størsta hópin nakrantíð í frælsum ítrótti. Leygardagin fara vit at síggja sjey av teimum fimtan, sum fara til Gibraltar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald