Annað

Øll ítróttafólk eiga at fylgja almennu korona-tilmælunum

ÍSF-forsetin heitir á ítróttafólk um finna sterku samfelagskensluna frá í vár fram aftur.

Elin Heðinsdóttir Joensen (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Elin Heðinsdóttir Joensen (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-08-07 18:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Korona herjar okkara land, tí er alneyðugt, at føroyski ítróttaheimurin heilt og fult fylgir korona-tilmælunum frá heilsumyndugleikunum

- Tað skal eingin ivi vera um, at ítróttaheimurin aftur hesaferð vil vera við til at berja niður korona-smittuna, tí eiga øll ítróttafólk at fylgja almennu korona-tilmælunum út í æsir, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya.

ÍSF-forsetin heitir á øll sambondini innan ítróttin, ítróttafeløg og ítróttafólk kring landið um at taka tilmælini frá myndugleikunum í allar størsta álvara.

- Korona er ein stór hóttan ímóti okkara samfelag, og nú skal sterka felagskenslan, sum vit høvdu í vár, finnast fram aftur, so vit skjótast gjørligt fáa beint korona so væl av vegnum, sum til ber, leggur Elin Heðinsdóttir Joensen dent á.

Forsetin í ÍSF minnir á, at hvør einstakur kann gera sítt fyri at minka smittuvandan við at sýna samfelagssinni og rættan atburð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder