Annað

Omanfyri 200.000 krónur til Team Rynkeby

Árligi galladøgurðin hjá Team Rynkeby Føroyum var á Hotel Føroyum leygarkvøldið.

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

2023-02-15 12:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygarkvøldið 11. februar var árligi galladøgurðin hjá Team Rynkeby Føroyum. Døgurðin var aftur í ár á Hotel Føroyum, og útselt var til tiltakið.

Óluvá Zachariasen var borðstjóri. Gestirnir fingu framúr gott at eta og drekka alt kvøldið, og undirhaldið var eisini framúr gott. Tórshavnar Manskór sang fyri gestunum úti í gongini, fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag framførdu, og Jákup Petur Eliassen spældi klaver, skrivar Team Rynkeby.

[object Object](Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

Undir borðhaldinum var bæði fyrilestur og skemt frá Vísmonnum við Pál Weihe og Jóan Paula Joensen, felagssangur, sum Pætur á Borg leiddi, og tónleikur frá Hamradun, Vágaverk, Silvitni og Jens Marna. Harumframt hevði Óluvá Zachariassen kveikjandi og lívsjáttandi samrøðu við Høgna Kunoy Dávason, sum hevur cystiska fibrosu.

Kvøldið endaði við, at Guðrið Poulsen frá Hotel Føroyum handaði Trygva Kallsoy, liðskipara hjá Team Rynkeby, kekkin frá atgongumerkjasøluni. Upphæddin var 210.850 krónur.

Team Rynkeby Føroyar takkar hjartaliga øllum fyri eitt sera væl eydnað kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder