Annað

Ongantíð fyrr so nógv met sett í Olympiskari Vektlyfting í Føroyum

Fyrsta kappingin í Olympiskari Vektlyfting er nú av - og ongantíð fyrr eru so nógv met sett á einum degi, sigur Styrkifelag Føroya.

Lukkarar frá vinstru: Páll Ólavsson, Janus Marnerson, Rói M. Hjaltalin, Mortan á Bøgarði, Niels Áki Mørk, Heini Hátún, Niels Juel Arge, Frank Petersen, Rudi Persson, Jenny Persson, Maibritt Reynheim Petersen og Marius Thomassen (Mynd: Styrkifelag Føroya)

2020-02-24 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 22. februar var fyrsta kappingin í Olympiskari Vektlyfting, og ongantíð fyrr eru so nógv met sett á einum degi, skrivar heimasíðan hjá Styrkifelag Føroya.

Kappast varð í Sinclair, meðan metini vóru sett í vektklassunum, sum lyftararnir stillaðu upp í. Harumframt vóru bæði ungdóms- og masterlyftarar, ið eisini settu met í hesum aldursbólkum.

Yvirlit yvir settu met, verða at síggja á heimasíðuni hjá Styrkifelag Føroya seinni.

Kappingina leygardagin vunnu Rudi Persson hjá monnum meðan kona hansara, Jenny Persson vann hjá kvinnum.

Úrslitini frá fyrstu kappingini síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder