Hóast tveir spælarar í svenska landsliðshópinum hava verið avbyrgdir við covid-19, so verður tað ikki gjørdar útskiftingar í EM-hópinum undan fyrsta dystinum hjá Svøríki, sum verðir móti Spania í kvøld.
Tað var týsdagin í farnu viku, at tað var staðfest, at 21 ára gamli miðvallaleikarin, Dejan Kulusevski, sum spælir fyri Juventus í Italia, hevði fingið smittuna, og dagin eftir eisini 22 ára gamli Mattias Svanberg, sum spælir fyri Bologna, eisini í Italia.
Janne Andersson, landsliðsvenjari valdi tá at kalla inn seks leikarar í sokallaðu ‘eyka-bobluna’. Hesir seks spælarar hava síðan staðið til reiðar av fara til Sevilla, har dysturin verður spældur í kvøld.
Men í dag boðaði landsliðsvenjarin so frá, at tað ikki verður brúk fyri teimum kortini.
Ikki tí at nevndu leikarar eru tøkir til dystin í kvøld, men tí at roknað verður við, at teir skjótt kunnu koma aftur inn í hópin og møguliga vera við í komandi bólkadystum.
Annar dystur hjá Svøríki er 18. juni móti Slovakia og síðan 23. juni móti Polandi. Hesir báðir dystirnir verða spældir í Skt. Pætursborg.
Dysturin millum Spania og Svøríki byrjar klokkan 20 í kvøld. Kringvarp Føroya vísir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald