Stóra árliga tenniskappingin á grasi, sum á hvørjum sumri síðan heimsbardagan hevur verið hildin í London-býarpartinum, Wimbledon, verður av ongum í ár. Tað skrivar BBC í dag.
Kappingin skuldi eftir ætlan verið hildin í døgunum frá 29. juni til 12. juli.
Wimbledon er ein av teimum stóru grand slam tenniskappingunum, sum verða hildnar á hvørjum ári. Herfyri varð avgerð tikin um at flyta French Open frá mai mánaði til í heyst ístaðin. French Open verður 20. september til 4. oktober. Men Wimbledon-kappingin í ár verður avlýst, ikki útsett. Hetta tí, at spælt verður á grasi, og tað kann bara ganga fyri seg um summarið.
- Avgerðin var ikki løtt at taka, men vit mugu fyrst av øllum taka atlit til áskoðararnar, sigur formaðurin fyri fyrireikandi All England Lawn Tennis Club, Ian Hewitt, við BBC.
Fyrsta Wimbledon-kappingin varð hildin í 1877, og síðan tá er tað bara heimskríggj, sum hava forðað fyri, at kappingin hevur verið hildin. Ongar kappingar vóru í 1915-1918 orsaka av fyrra heimskríggi, og í 1940-1945 orsaka av seinna heimskríggi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald