Seinastu dagarnar eru tey allarflestu liðini, sum skulu luttaka í EM-endaspælinum, komin til Týsklands.
Kappingin byrjar fríggjakvøldið í München, tá Týskland tekur móti Skotlandi. Skotar komu tíðliga til landið, og summi lið eru komin tíðliga í hesi vikuna.
Danir vórðu sendir væl avstað mánadagin og vórðu eisini væl móttikinir í lítla Freudenstadt í útsynningspartinum í Týsklandi. Vøllurin har er tó als ikki nakað at rópa hurra fyri.
Danskir, og aðrir útlendskir miðlar, skriva, at grasið nýliga er lagt á, og at tað ikki hevur "lagt seg nóg væl". Mánadagin noyddist ein partur at takast av, og nýtt petti av grasteppi varð flutt inn úr Niðurlondum.
- Vit eru ikki nøgdir, sigur stjórin fyri danska landsliðið Christian Nørkjær. - Hann er sum hann er, staðfestir Kasper Hjulmand fyri danska TV2.
Hjulmand ikki glaður fyri venjingarumstøðurnar, sum UEFA hevur útvega dønum (Mynd: EPA)
Danir hava hóast alt vant seinastu dagarnar, men leitað hevur verið eftir nýggjum loysnum (Mynd: EPA)
Danmark spælir fyrsta dystin sunnudagin - klokkan 17 móti Slovakia. Umstøðurnar til fyrireiking skulu vera góðar upp til dystirnar undir endaspælinum, og harvið hevur DBU sent UEFA boð um at, at hetta ikki er nøktandi.
Tað er evropeiska fótbóltssamgongan, ið stendur fyri vallarviðurskifitnum. Plan B verður helst nýtt. TV2 hevur kannað málið í dag og skrivar í kvøld, at tveir møguleikar tykjast at vera tætt uppá donsku leguna í Týsklandi. Har hava UEFA-umboð verið og hugt eftir grasvallunumí dag. Annar er vøllur hjá barndómsfelagnum hjá Jürgen Klopp.
Eisini Sveis hevur kært sína neyv og fær møguliga ein nýggjan venjingarvøll. Sveis spælir sín fyrsta dyst leygardagin móti Ungarn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald