Annað

Oyggjaleikalandsliðið í badminton úttikið

Blandaður hópur av 10 royndum og óroyndum spælarum.

Oyggjaleikahópurin. Bartal Poulsen og Rannvá Djurhuus Carlsson vanta á myndini.

Oyggjaleikahópurin. Bartal Poulsen og Rannvá Djurhuus Carlsson vanta á myndini.

2019-04-11 08:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Badmintonlandsliðið, sum skal umboða Føroyar á Oyggjaleikunum í Gibraltar í summar er nú sett. 10 leikarar eru í hópinum, sum landsliðsvenjararnir, Sune Gavnholt og Aritra Nandy, hava úttikið:

Kvinnur: Rannvá Djurhuus Carlsson, HBF/Lyngby, Gunnva Jacobsen, HBF, Sissal Thomsen, HBF, Lena Maria Joensen, KBF og Adhya Nandi, HBF

Menn: Niclas H. Eysturoy, HBF, Magnus Dal-Christiansen, HBF, Bartal Poulsen, MBF/Viby J, Árant á Mýrini, MBF og Jónas Djurhuus, HBF.

- Vit eru sera spent til oyggjaleikirnar á Gibraltar. Vit hava eitt blandaðan hóp av royndum og óroyndum leikarum, so spennandi verður, hvussu vit fara at klára okkum. Vit gera alt fyri, at fyrireikingarnar til leikirnar eru so góðar sum møguligt. Málið er í øllum førum at fáa eitt heiðursmerki í liðkappingini, sigur formaðurin í Badmontonsambandi Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder