Kurvabóltslandsliðið hjá monnum, sum skal umboða Føroyar á Oyggjaleikunum í Gibraltar í summar, er nú úttikið.
Landsliðisvenjararnir Pól Jakobsen og John Norðbúð Thomsen hava úttikið hesar spælararnir:
Magnus Jakobsen og Dánjal Hansen, Sporðdrekin
Sjúrður Sivertsen og Ólavur W. Joensen, Hamar
Bjarni W. Zachariasen og Ernesto Ferrari, Ravnur
Rainer Latupeirissa, Kristmund Petersen og Petur Ovi J. Mørkøre, Hávur
Fríð í Geil Jensen. Broernes Basketklub
Steen Rói Lorenzen, Aalborg Basketball Klub
Bastian Zachariassen, Tamalpais High School
Liðleiðari verður Sigrid Midjord.
Hetta er triðju ferð, at kurvabóltur er umboðaður á oyggjaleikum, og eru fyrireikararnir sera spentir til dystirnar. Spældir verða fyrst tríggir innleiðandi dystir, har Føroyar skulu møta Jersey, Guernsey og Saaremaa.
Nógv er hent innan føroyskan kurvabólt síðani 2015, tá roynt varð fyri fyrstu ferð at senda eitt kurvabóltslið á oyggjaleikir. Tá var bert eitt lið, Hamar, ið hevði fastar venjingar. Nú skipað landskapping og fýra feløg, Hamar og Sporðdrekin úr Tórshavn, Ravnur av Toftum og Hávur úr Klaksvík.
Góðar umstøður eru nú at spæla kurvabólt í í Føroyum, serliga síðani nýggja høllin í Skúlanum á Argjahamri varð tikin í nýtslu, og hækkar støðið støðugt fyri hvørt ár, sum fer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald