Annað

Oyggjaleikalandsliðið í leirdúgvuskjóting verður úttikið

Úttøkurnar til oyggjarleikirnar á Gibraltar vera komandi vikuskifti. Tveir skjúttar í trap og tveir í skeet verða úttiknir.

Mynd: Skjótisamband Føroya

Mynd: Skjótisamband Føroya

2019-04-11 22:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskifti, skipar Skjótisamband Føroya fyri seinastu úttøkukappingunum til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019.

Tveir skjúttar í trap og tveir í skeet verða úttiknir, at umboða Føroyar á leikinum.

Higartil hava 6 úttøkukappingar verið, og í skeet liggja Marius F. Joensen og Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag á fremstir.

Í trap eru Alex Johannesen úr Eysturskot, og Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla fremstir.

Men enn er onki avgjørt, og stutt er niður til teir næstu. Hava hesir ein góðan dag, kunnu teir lætt taka plássini frá áður nevndu.

Skeet úttøkan verður á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag á Norðskála. Úttøkan verður saman við 33 ára føðingardagskappingini hjá Sunda Byrsufelag.

Trap úttøkan verður á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum Tórshavn. Úttøkan verður saman við Flaggdagskappingini.

Byrja verður at skjóta leygardagin 13. apríl kl. 9:00, og uml. kl. 13:00 er greitt hvør hevur skotið seg á oyggjaleikalandsliðið.

Samlaða støðan í oyggjaleika úttøkini innan seinastu úttøkukappingina:

Skeet

  1. Marius F. Joensen, SBF (140 stig)
  2. Tórur Fløtt, SBF (136 stig)
  3. Sámal Debes, SBF (131 stig)
  4. Jóhann Fløtt, SBF (127 stig)
  5. Jóannis Joensen, SBF (125 stig)
  6. Gunnar Sjúrðarson Knudsen, VBM (124 stig)

Trap

  1. Alex Johannesen, EYS (120 stig)
  2. Finn Ludvig, VBM (119 stig)
  3. Jón Jacobsen, VBM (114 stig)
  4. Esmar Joensen, VBM (105 stig)
  5. Johnhard Klettheyggj, VBM (104 stig)
  6. Petur Skeel Dahl, VBM (50 stig)

Nummar 1 og 2 í hvørjari grein, verða úttiknir til oyggjaleikirnar á Gibraltar í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder