Annað

Oyggjaleikirnir á Guernsey verða í 2023

Oyggjaleikirnir, sum skuldu vera á Guernsey komandi summar eru útsettir tvey ár.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-09 11:25 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fyrr í ár boðaði altjóða oyggjaleikanevndin (IIGA) frá, at oyggjaleikirnir á Guernsey í 2021 blivu ústettir vegna Covid-19 støðuna.

Í gjár boðaði IIGA frá, at oyggjaleikirnar sum skuldu verða á Guernsey í 2021, í staðin verða í 2023. Harvið eru leikirnir útsetti tvey ár. 

Tískil verður ætlanin fyri komandi leikir broytt soleiðis, at oyggjarnar, ið skulu vera vertir, vera vertir tvey ár seinni enn ætla.

Sostatt vera oyggjaleikirnir á Orknoyggjum í 2025, á Ynys Mon í 2027 og helst á Isle of Man í 2029.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder