Annað

Packers og Bills eitt fet nærri Super Bowl

Heimaliðini vunnu greitt í nátt. Packers tekur í hálvfinaluni ímóti vinnaranum av Brady-Brees tvídystinum í nátt. Bills skal helst standa yvirfyri Mahomes og hinum um eina viku.

Rams megnaðu ikki at støðga Rodgers og hinum (Mynd: EPA)

Rams megnaðu ikki at støðga Rodgers og hinum (Mynd: EPA)

2021-01-17 17:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Divisional Round, ið svarar til fjórðingsfinalurnar, í endaspælinum í NFL fór í gongd seint í gjárkvøldið. Tvey lið hava nú spælt seg í hálvfinalurnar, og tað vóru heimaliðini og favorittarnir.

Hægst styrkismetta liðið í NFC var stórfavorittur. Green Bay Packers vunnu 13 av sínum 16 dystum í grundspælinum, og av tí at tað vóru flest sigrar í tí "helminginum" av NFL, so hevði liðið úr Wisconsin frí í seinastu viku, tá Wild Card-umfarið var. Packers hevði eisini vunnið sær rættin til heimavøll í Divisional Round, og hóast Rams úr Los Angeles royndi og hekk í til eina løtu í seinasta fjórðingi, so var heimaliðið bara sterkari. Aaron Rodgers fekk góða tíð  at kasta allan dystin og fann millum annað sítt besta vápn Davante Adams nakrar ferðir. Teir hava skrætt fleiri verjur sundur í ár, men tað varð eisini runnið væl ímóti Rams-verjuni, sum annars hevur verið sterk í ár, men sum í gjár lat 32 stig ígjøgnum.

Green Bay Packers vóru í NFC Championship-dystinum - aðrari hálvfinaluni - í fjør eisini, og hava verið har tríggjar ferðir síðani seinasta Super Bowl-sigurin sum kom í hús í 2010. Hesferð skulu Aaron Rodgers og hansara menn royna seg móti Saints ella Buccaneers. Quarterbakkarnir hjá teimum liðunum eru ávíkavist Drew Brees og Tom Brady - tvær legendur sum samanlagt eru 85 ár. Saints er favorittur á heimavølli og hava vunnið tvær ferðir í ár á Brady og co, men "Bucs" sóu heilt gott út seinasta partin av grundspælinum.

[object Object]Brees og Brady hittast eftir seinastu innahýsis uppgerðina, har Saints vunnu stórsigur (Mynd: EPA)

Í AFC eru quarterbakkarnir hjá teimum liðunum, ið eru eftir, væl yngri. Ein hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í ár: Josh Allen. Hann og nýggi "recivarin" há liðnum, Stefon Diggs, hava verið næstan ógjørligir at støgða, og hóast teir ikki heilt vóru á toppinum í gjár, so gjørdu teir nóg mikið (eitt touchdown), so at Buffalo Bills kom til sína fyrstu AFC-finalu síðani 1995. Tað var tó ágangandi verjan, ið serliga skaraði framúr í nógva vindinum í Buffalo, New York. Hon legði ferð eftir ferð trýst á Lamar Jackson, og Ravens fingu so at siga als ikki sítt spæl at koyra og vanligatryggi "kickarin" Justin Tucker rakti eisini stongina tvær ferðir. Fá stig vóru, og tá Lamar kastaði eina "interception", ið Bills-verjuleikarin fór allan hin vegin við, til seinast í triðja fjórðingi, so var næstan leyst og liðugt. 17-3 gjørdist eisini endaliga úrslitið - næstan beint eftir hetta noyddist Lamar Jackson út við skaða, og teir áskoðarnir ið vóru spjaddir kring leikvøllin kundu fegnast.

[object Object]
Allen, Diggs og hinir eru nú ein sigur frá Super Bowl (Mynd: EPA)

Patrick Mahomes og Kansas City Chiefs eru í kvøld stórfavorittar at vinna seinnu fjórðingsfinaluna millum AFC-lið. Liðið hjá Andy Reid vann 14 av sínum 16 dystum. Tann seinasti endaði við tapi, og tá spældi liðið uttan teir flestu av føstu leikarunum, tí fyrsta plássið og harvið frívika í Wild Card og heimavøllur til í dag var komið í hús. Mahomes var ein av teimum, sum sat uttanfyri. Hann leiddi í fjør Kansas City til fyrsta Super Bowl-heiti í 50 ár, og bert Aaron Rodgers hevur havt eitt betri ár av qurterbakkunum. Avbjóðarin eru Baker Mayfield og Cleveland Browns, sum í sínum fyrsta endaspælsdysti í 20 ár settu Steelers so dyggiliga uppá pláss í Pittsburgh. Tó verður væntað, at liðið fer tað ógvuliga trupult í Kansas í kvøld.

NFL Divisional Playoffs
Í gjár/nátt:

Green Bay Packers - Los Angeles Rams 32-18 (19-10)
Buffalo Bills - Baltimore Ravens 17-3 (3-3)

Í kvøld/í nátt: 
20.05: Kansas City Chiefs - Cleveland Browns
23.40: New Orleans Saints - Tampa Bay Buccaneers

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder