Fótbóltur

Pætur Skipanes skoraði ársins mál í Betrideildini

Málið hjá 20-ára gamla vongbakkinum hjá NSÍ til 1-0 á Tórsvølli móti HB 28. oktober fekk nærum 40 prosent av atkvøðunum.

Pætur Turiðarson Skipanes eftir málið, sum skuldi vísa seg at gerast ársins mál (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Turiðarson Skipanes eftir málið, sum skuldi vísa seg at gerast ársins mál (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-26 22:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pætur Turiðarson Skipanes fekk í ár sítt gjøgnumbrot. Hann kom inn á vinstra vongbakk hjá NSÍ og spældi har 18 dystir. 20-ára gamli leikarin gjørdi tað væl og varð úttikin til U21-landsliðið.

Ímóti endanum av kappingarárinum gjørdi Pætur Skipanes veruliga vart við seg við tveimum góðum og umráðandi málum á Tórsvølli móti HB og B36, og tað var málið til 1-0 í dystinum móti HB í 25. umfari, sum varð kosið sum tað besta í allari kappingini: Uppspælið hjá NSÍ var heilt gott, Petur Knudsen fekk bóltin við brotsteigarmarkið, dró fleiri HB-leikarar til sín, spældi snilt við hælinum afturum seg, og har kom maðuein við 26-talinum á rygginum í fullari ferð og smekkaði bóltin framvið Teiti Gestssyni.

Tilsamans 466 mál blivu skoraði í teimum 135 dystunum í Betrideildini hjá monnum farna kappingarár. Og beint undan jólum varð greitt, at tað var Pætur Skipanes úr NSÍ, ið gjørdi tað besta málið. Umleið túsund atkvøður vórðu avgreiddar, og málið hjá Pæturi fekk beint undir 40 prosent av atkvøðunum, boðar FSF frá. Umframt heiðurin, fekk NSÍ-leikarin eisini eina minnisplástu við áskriftini um, at hann skoraði Ársins mál 2020 í Betrieildini hjá monnum, og eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá EFFO.

[object Object]Mynd: Fótbóltssamband Føroya

Kendi frásøgumaðurin hjá Televarpinum, Niels Petersen, fekk fyrr í mánaðinum til uppgávu at velja fimm mál burtur úr rugvuni, sum skuldu tilnevnast til ársins mál. Frá 16. desember og eina viku fram var møguleikan at atkvøða á Facebook vanganum hjá Televarpinum. Har kann málið síggjast - eisini saman við teimum hjá Stefani Radosavljevic (frísparksmáli móti KÍ) Adriani Justinussen (frísparksmáli móti AB), Jóannesi Bjartalíð (gott skot eftir frálíka alvering frá Patriki Johannesen móti HB) og Urosi Stojanov (hegnisliga málinum í Trongisvági)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder