Annað

Pætur vann Grand Prix-kappingina hjá monnum

Her sæst yvirlit yvir vinnarar í øllum aldursbólkunum.

Pætur, fult hugsavnaður á Oyggjaleikunum (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur, fult hugsavnaður á Oyggjaleikunum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-11 14:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sætta og seinasta Grand Prix-umfar í hesum kappingarárinum í borðtennis varð spælt í høllini á Hálsi í Havn leygardagin. 40 leikarar luttóku.

Hjá monnum var Pætur Albinus úr Tór stinnast. Hjá kvinnum var tað bert Maria Albinus, ið luttók í minst fimm kappingum. 

Borðtennissamband Føroya skrivar, at fyri at verða taldur við í samlaðu støðuni og hava rætt til heiðursmerki, er neyðugt at leikarar hava luttikið í í minsta lagi fimm av seks Grand Prix-kappingum.

[object Object](Mynd: Borðtennissamband Føroya)
Fleiri myndir av heiðursmerkjavinnarunum og frá dystunum leygardagin kunnu síggjast her

Her síggjast samlaðu vinnararnir av teimum ymisku aldursbólkunum: 

Smápiltar

1. Rasmus Teitsson í Skorini – TÓR

Pinkur

1. Vár Højgaard – TÓR

Piltar

1. Gunnar Vang Niclasen – TÓR

2. Silas Rasmussen – TÓR

3. Bárður Enni Danielsen – TÓR

Smágentur

1. Marin Elisabeth Poulsen – TBF


Smádreingir

1. Jósva Fonsdal Højgaard – TBF

2. Reinar Garðshamar – TBF

3. Kristian Niclasen – TBF


Gentur

1. Anja Wongwai – TBF


Dreingir

1. Ári Fríðason Jensen – TÓR

2. Heri Lava Láadal – TÓR

3. Tórur Eið Eliasen – TÓR

Kvinnuunglingar

1. Britt Michelsen – TBF

2. Hanna Fonsdal Højgaard – TB

Kvinnur

1. Maria Albinus – TÓR


Menn

1. Pætur Albinus – TÓR

2. Peter Hentze Niclasen – TÓR

3. Sveinur Mortensen Nolsøe – TÓR




Niðanfyri síggjast úrslitini frá 6. Grand Prix-umfari,

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder