Tað var ein góður dagur hjá KÍ við Djúpumýrar seinnapartin. KÍ vann 3-0 móti EB/Streymi og er á odda í Betri deildini við fýra stigum niður til Víking á øðrum plássi.
Nakað annað sum eisini var gott hjá KÍ, var at Páll A. Klettskarð í dag tók metið hjá Kurt Mørkøre sum mest skorandi KÍ-leikari nakrantíð.
Páll Klettskarð var undan dystinum í dag javnur við Kurt Mørkøre við 125 málum, men við tveimum málum í dag, kom 30 ára gamli málrevurin upp á 127 mál.
KÍ - EB/Streymur 3-0 (2-0)
35’ Páll Klettskarð 1-0
38’ Árni Frederiksberg 2-0
59’ Páll Klettskarð 3-0
Støðan eftir fýra umfør
1. KÍ (12 stig)
2. Víkingur (8 stig)
3. ÍF (7 stig)
4. HB (7 stig)
5. B36 (6 stig)
6. NSÍ (6 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. EB/Streymur (2 stig)
9. B68 (2 stig)
10. TB (1 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald