Hondbóltur

Pápi Sasha: - Vit vita næstan ikki hvussu stórt hetta er

Hetta er ótrúligt, sigur ein errin Dejan Lacok. - Vit eru blivnar so tættar hesar familjurnar, tá vit hava verið avstað, og hesir spælararnir hava ment seg so flott.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-29 20:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Hann er úr Serbia, men hevur búð og virkað leingi í Føroyum. 

Hann var sjálvur hondbóltsmálverji í fleiri feløgum og síðani hevur Dejan Lacok verið málverjuvenjari.

[object Object]
Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Hann hevur millum annað sæð menningina hjá liðnum og soninum Aleksandar "Sasha" Lacok. Hetta hevur verið til ungdómsendaspæl fleiri summar á rað.

- Tað hevur verið stuttligt, og vit familjurnar eru blivnar tættar. Spælararnir hava eisini ment seg ógvuliga nógv, og tað er nógv at takka Hondbóltssambandinum fyri.

Í dag sá Dejan son sín verða dagsins spælara í einum HM-bronsudysti, sum Føroyar vunnu. Nakað sum erni pápin hevur ilt við at fata.

Hoyr prátið omanfyri.

Sí eisini: Sasha var besti maður í bronsudystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder