Annað

Parasport Føroyar og Skemman gjørt nýggja trý ára samstarvsavtalu

Parasport Føroyar fegnast um nýggju avtaluna við Skemmuna, sum hevur verið ein av høvuðsstuðlum teirra síðan 2002.

Mynd: Parasport Føroyar

Mynd: Parasport Føroyar

2020-11-06 16:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Parasport Føroyar og Skemman hava gjørt nýggja trý ára samstarvsavtalu.

Nýggja avtalan við Skemmuna, sum hevur verið ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport síðan 2002, er galdandi til 2023.

Parasport Føroyar sigur í tíðindaskrivi, at hóast covid-19 sjálvandi hevur havt sína ávirkan á altjóða virksemið hjá teimum, koyrir virksemið við fullari megi í Føroyum.

– Arbeitt verður áhaldandi við upplýsing, rekrutering, venjing, útbúgving og kapping, og fegnast vit um at vit seinastu tíðina hava sæð fleiri nýggj andlit í virkseminum, eins og flestu av teimum, ið hava verið við eina tíð halda fram.

– Tað krevur orku og fígging at halda virksemi koyrandi, og fegnast vit um samstarvsavtaluna við Skemmuna ið er við at halda virksemi í einari tryggari legu næstu trý árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder