Annað

París og kyrrahavsoyggj deilast um OL-vertsskapin í 2024

Tahiti skal vera karmur um allar kappingar innan surfing, tá olympisku leikirnir verða í 2024.

Surfing í Teahupoo, Tahiti (Mynd: EPA)

Surfing í Teahupoo, Tahiti (Mynd: EPA)

2019-12-12 18:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2024 verður tað ikki bert franski høvuðsstaðurin, París, sum verður karmur um olympisku leikirnar.

Oyggin Tahiti skal neviliga vera vertur fyri allar kappingar innan surfing, skrivar DR.

Tahiti er høvuðsoyggin í Franska Polynesia, sum er eitt franskt oyggjahjáland í Kyrrahavinum.

Tahiti liggur 15.000 kilometrar frá franska høvuðsstaðnum.

OL 2024 verður hildið í døgunum 26. juli - 11. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder