
Florø vann ein sera týdningarmiklan sigur seinnapartin á útivølli móti Nest-Sotra. Hetta var fyrsti sigur hjá felagnum í ein mánað, og annar dysturin á rað at Patrik Johannesen skoraði.
Patrik hevur verið úti við knæskaða í rúma tíð, men áleyparin er komin sterkt aftur, og hann avgjørdi dystin í dag miðskeiðis í 2.hálvleiki. Í Noregi verður skrivað, at talan var um eitt elegant mál hjá 23-ára gamla føroyinginum.
Hetta var einasta málið í dystinum, og talan var um týdningarmikil stig hjá Patrik og liðfeløgunum. Florø liggur næstniðast í næstbestu norsku deildini við 21 stigum; fýra stig eru upp til niðurflytingarstrikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald