Annað

Patriots vístu aftur klassan

Við 13-3 sigri á Rams eru Patriots meistari á sætta sinni og javnað harvið metið hjá Steelers. Tom Brady er nú mest vinnandi leikarin nakrantíð.

Tom Brady kastaði ikki nakað touchdown í kvøld, men hann og Patriots vunnu Super Bowl fyri sættu ferð
(Mynd: EPA)

Tom Brady kastaði ikki nakað touchdown í kvøld, men hann og Patriots vunnu Super Bowl fyri sættu ferð (Mynd: EPA)

2019-02-04 03:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var lagt upp til eitt brak, tá New England Patriots og Los Angeles Rams í nátt hittust til Super Bowl LIII (53) í Atlanta. Tað var eisini ein tættur dystir í tann mun, at tað ikki var avgjørt fyrrenn í seinastu minuttunum. Væntað varð tó, at tað komu fleiri stig. Men finalan setti met í, hvussu fá stig vórðu skoraði; bert 16. Hetta var kollveltandi í mun til finaluna í fjør, tá met varð sett í skoraðum stigum (74) Munurin var eisini, at Patriots, sum í fjør taptu fyri Eagles, hesaferð kundi lyfta Lombardi steypið. Tað er tó ikki ókent fyri sterka felagið úr norðureystaraparti av USA, sum eins og í 2002 vann Super Bowl á Rams.

Patriots høvdu bóltin fyrst, og eftir at liðið rann bóltin væl frá byrjan, kastaði Tom Brady interception á sínum fyrsta kasti. Tað var tó liðið hjá Brady, sum skoraði fyrst. Hetta var tó ikki fyrrenn góðar tíggju minuttir fyri hálvleik, tá Gostkowski, ið brendi eitt field goal í fyrsta fjórðinginum, smekkaði bóltin ígjøgnum stengurnar til 3-0.

Tað skuldu ganga meira enn tjúgu minuttir afturat, áðrenn Rams kom á talvuna. Hetta var ógvulig yvirraskandi, tí álopið hjá Sean McVay er sera effektivt. Men Patriots høvdu bóltin meira, og tá Rams-álopið slapp framat, so fekk liðið einki at hanga saman, og verjan hjá Patriots spældi framúr aftanfyri eina frálíka dystarætlan frá Belichick. Sterka Rams-verjan við Aaron Donald á odda helt tó Brady og co. burtur frá stigum, so at dysturin helt sær spennandi. Tá Greg "The Leg" Zuerlein" skoraði í 43.minutti, javnaði hann til 3-3. 

Miðskeiðis í seinasta fjórðinginum leiddi 41-ára gamli Brady eitt gott drive, har Julian Edelman, ið loftaði 10 bóltar fyri 141 yards, var umráðandi saman við stóra Rob Gronkowski. Fyrstaárs runningbakkurin Sony Michel hevði skorað fimm touchdowns í endspælinum. Hann spældi ein sera góðan dyst og var tann fyrsti og einasti, sum kom inn í endzone í kvøld. Rams royndu at svara aftur, men hóast tað gekk betri í álopinum í 2. hálvleiki, so var tað ein góð mynd av teirra dysti, tá Jared Goff kastaði eina interception fýra minuttir fyri leiklok, og tá Zeurlein brendi eitt field goal í royndini at minka um munin. 

Gostkowski lukkaði dystin við einum sparkið, og sum tað næsta felagið í NFL komu Patriots uppá seks Super Bowl sigrar(hitt er Pittsburgh Steelers). Allir eru komnir í hesari øldini og allir við Bill Belichick sum venjara og Tom Brady sum quarterbakki. Brady hevur nú, sum tann einasti leikarin í søguni, vunnið finaluna seks ferðir Liðið megnar aftur og aftur at finna mátar at vinna uppá, og hóast man ikki fer at minnast dystin í nátt sum frálíkan, og hóast sigurin ikki beinleiðis var elegantur, men hann var sera uppiborin. Ræðið hjá Patriots á NFL heldur fram

New England Patriots - Los Angeles Rams 13-3 (3-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder