Hondbóltur

Pauli Rasmussen luttikið í Respect Your Talent

Átakið hjá EHF hevur til endamáls at stimbra yrkis- og leiðaraleiklutinum í hondbólti og somuleiðis vísa á yrkismøguleikar eftir at leikarayrkisleiðin er av.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2025-01-20 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pauli Rasmussen, sum spælir við føroyska U19-landsliðnum, luttók um vikuskiftið í “Respect Your Talent” átakinum hjá EHF í Wien.

Pauli var ein av teimum, sum vóru kosnir dagsins leikarar í U18 EM-endaspælinum í summar, og fekk hann hervið innbjóðing at luttaka í átakinum og at vera ambassadørur fyri Respect Your Talent, skrivar Hondbóltssambandið.

EHF vil við átakinum stimbra yrkis- og leiðaraleiklutinum í hondbólti og somuleiðis vísa á yrkismøguleikar eftir at leikarayrkisleiðin er av.

Á skránni vóru m.a. hesi evni: tvíbýtta yrkisleiðin, anti-doping, samskiftisvenjing, sosialir miðlar og ítróttarlóggáva.

Evnini vóru viðgjørd saman við fleiri kendum hondbóltsnøvnum, m.a. Hans Lindberg, Viran Morros og Lubomir Vranjes.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder