placeholder
Annað

Perfektur dagur hjá Riwal-súkkluliðnum

Alexander Kamp, liðfelagi hjá Torkili Veyhe, vann triðja teinin av Tour de Yorkshire í dag.

Alexander Kamp, til vinstru, vann í Scarborough í dag

Alexander Kamp, til vinstru, vann í Scarborough í dag

2019-05-04 20:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska súkkluliðið Riwal Readynez hevði ein framúr triðja dag í ensku súkklukappingini Tour de Yorkshire í dag.

Liðskiparin Alexander Kamp vann í dag, og danska liðið hevði fýra mans millum teir 20 fyrstu á mál.

- Ein heilt góður dagur fyri okkum í dag, segði føroyski súkklarin á liðnum, Torkil Veyhe, eftir kappingina. Hann var sera væl nøgdur, hóast hann sjálvur kom inn sum nummar 68, 9 minuttir og 48 sekund eftir vinnaran.

Kappingin í dag í heyggjuta lendinum við eysturstrondina av Yorkshire og máli í Skarborough, var nógv ávirkað av vindi. Serliga miðskeiðis á teininum, tá tað kom eitt strekki við nógvum síðuvindi, og sum førdi við sær, at súkklarnir vórðu spjaddir í fleiri bólkar.

- Eg skuldi halda ferðini uppi og hjálpa mínum liðfeløgum so teir brúktu minst møguligt av kreftur fram til vit komu í síðuvindin. Tað gekk alt sum eftir ætlan, og tá var mín uppgáva ídag so at siga rokkin, og eg kundi taka tað meira róligt, greiðir Torkil Veyhe frá.

Tað vildi so væl við hjá Riwal-liðnum, at tað eydnaðist at fáa fýra súkklarar við millum teir gott 20, sum koyrdu frá hinum, og avgjørdu kappingina sínámillum.

Tá samanum kom endaðu Riwal súkklararnir á fyrsta, áttanda, átjanda og nítjanda plássi. Ein perfektur dagur fyri danska liðið.

Tíverri koyrir Alexander Kamp ikki í bláu leiðslutroyggjuni í morgin. Hann vann spurtin á bretanum Christopher Lawless frá Ineos-liðnum, og teir liggja nú ájavnir í tíð. Men Lawless hevur verið framman fyri Kamp á teimum fyrstu døgunum, og sleppur tí at súkkla í leiðslutroyggjuni á seinasta degnum.

Danin Andreas Stokbro, sum eisini hevur súkklað væl, og varð nummar átta í dag, liggur á fjórða plássi í samlaðu støðuni.

Riwal hevur framvegis vónir um, at tað skal eydnast Alexander Kamp, sum er ógvuliga væl súkklandi fyri tíðina, at vinna Tour de Yorkshire.

- Tað snýr seg um hjá Alexander, at enda framman fyri Lawless. Tað eru fleiri brekkur móti endanum av kappingini í morgin. Vónandi klára vit at sleppa av við Lawless á onkrum av teimum brekkunum, sigur Torkil Veyhe.

Fjórði og seinasti teinur í Tour de Yorkshire er 175 kilometrar frá Halifax til Leeds. Møguleiki er at fylgja kappingini á TV2/Sport, sum sendir allan teinin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder