Hondbóltur

Pernille og tær lótu bert tólv mál inn í fyrsta kappingardystinum

Norsku meistararnir vunnu við átjan málumi 1. umfari í Rema 1000 deildini.

2025-08-28 17:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pernille Brandenborg hevði eina heldur serstaka uppliving í sínum fyrsta almenna dysti í norskum hondbólti.

Storhamar var stórfavorittur til dystin í Oslo-økinum móti Haslum. Í fyrra hálvleiki hekk liðið, sum var nær við at flyta niður í næstbestu deildina síðsta kappingarár, tó nøkulunda í móti meistarunum.

Tað var 10-14 í steðginum. 2. hálvleikur endaði 2-16.

Storhamar setti seg av álvara á dystinum, og verjan hjá Pernille og teimum vísti stóra styrki.

Føroyski landsliðsliðskiparin skoraði eitt mál í allarfyrsta dystinum í Rema 1000-deildini hjá kvinnum í 2025/2026. 

Storhamar er favorittur at vinna aftur.

Pernille er sjálvandi úttikin til landsliðsvenjingarnar í Føroyum í september. Áðrenn tað eru tríggir landskappingardystir og ein Champions League-dystir á skránni hjá Storhamar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder