Annað

Peter Hentze Niclasen varð heiðraður fyri sítt drúgva arbeiðið

The Grand Old Man innan borðtennis fekk heiðursskjal Poul E. Petersens frá Ítróttasambandi Føroya.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, handaði Peter Hentze Niclasen heiðurbræv og peningagávu (Mynd: Sverri Egholm)

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, handaði Peter Hentze Niclasen heiðurbræv og peningagávu (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-01 17:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Peter Hentze Niclasen fekk heiðursbræv Poul E. Petersens sum viðurkenning fyri sítt áralanga drúgva arbeiðið fyri borðtennis í Føroyum.

Átta fólk vóru í uppskoti til heiðursskjali, og valið fall á Peter.

 “Hugsar tú um borðtennis, hugsar tú helst eisini um Peter”. Soleiðis varð sagt at byrja við, tá Peter fekk heiðurin.

Peter var einans 15 ára gamal, tá hann fyrstu ferð vann FM í borðtennis. Síðani tá hevur hann aftur og aftur skrivað søgu. Hann hevur millum annað vunnið 16 FM heiti, og hóast hann er farin um tey fimmti, er hann enn kropsliga og leikliga væl fyri og spruttar av spæligleði.

Hann er høvuðsvenjari í borðtennisfelagnum Tór í Havn, sum hann sjálvur var við til at stovna í 1994. Eisini er hann formaður í felagnum og er nevndarlimur í Borðtennissambandinum.

“Mong eru komin og farin, men Peter er drúgvur og trúgvur” vóru nøkur av orðunum, sum vórðu søgd um Peter.

Umframt heiðurin  fekk Peter Hentze Niclasen eina peningagávur frá Klaksvíkar kommunu á 10.000 kr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder