Annað

Peter Wright vann HM í Dart

Skotin vann á favorittinum Michael Van Gerwen.

Skotin Peter Wright vann HM fyri fyrstu ferð (Mynd: EPA)

Skotin Peter Wright vann HM fyri fyrstu ferð (Mynd: EPA)

2020-01-01 21:25 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

HM finalan í Dart var leikt í kvøld í Alexandra Palace í Londen. Tað vóru hollendarin Michael Van Gerwen og skotin Peter Wright, ið hittust.

Tað var Peter Wright sum byrjaði betri, og vann tvey tey fyrstu settini. Men nummar eitt á heimsstyrkilistanum Michael Van Gerwen svaraði aftur og vann triðja og fjórða sett, og javnaði harvið til 2-2.

Peter Wright vann fimta sett, og legði seg enn einaferð á odda. Sætta sett vann Peter Wright greitt, og harvið legði skotin seg á odda 2-4. Van Gerwen minkaði um munin til 3-4 við at vinna sjeynda sett, men síðan gjørdi Peter Wright bart og vann trý sett á rað, og vann harvið dystin 7-3.

Hetta er fyrstu ferð at 49 ára gamli skotin gerst heimsmeistari.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder