Petur Knudsen uttanlands at royna seg

Grannadysturin móti B68 var tann seinasti hjá Peturi Knudsen á hesum sinni.

Petur Knudsen fær handað blómur frá formanninum í NSÍ, Dánial Hansen (Skíggjamynd: Televarpið)

Petur Knudsen fær handað blómur frá formanninum í NSÍ, Dánial Hansen (Skíggjamynd: Televarpið)

2021-06-18 21:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undan grannadystinum millum NSÍ og B68 við Løkin í kvøld, varð boðað frá, at hetta var seinasti dysturin hjá Peturi Knudsen fyri barndómsfelagið á hesum sinni.

Runavíkingurin fer at royna seg uttanlands, og sum skilst verður hetta í Danmark. Enn er kortini ikki kunngjørt hvat felag Petur Knudsen fer at spæla fyri.

Grannanir syrgdu annars fyri einum spennandi og málríkum dysti sum endaði 3-2 til NSÍ.

NSÍ - B68 4-3 (3-2)
7’ Klæmint Andrasson Olsen 1-0
25’ Lukasz Cieslewicz 1-1 (br.)
28’ Andri Benjaminsen 1-2
38’ Petur Knudsen 2-2
41’ Petur Knudsen 3-2
80’ Aleksandur Jensen 3-3
90’ Mórits Heini Mortensen 4-3

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 37 stig (13 dystir)
2. HB 27 stig (13 dystir)
3. Víkingur 25 stig (12 dystir)
4. NSÍ 24 stig (14 dystir)
5. B36 20 stig (12 dystir)
6. EB/Streymur 12 stig (12 dystir)
7. ÍF 11 stig (12 dystir)
8. 07 Vestur 11 stig (12 dystir)
9. B68 6 stig (13 dystir
10. TB 2 stig (13 dystir)


Dystir næstu dagarnar

EB/Streymur - B36 (Leygardagin 19:00)
KÍ - ÍF (Sunnudagin 15:00)
Víkingur - 07 Vestur (Sunnudagin 15:00)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder