Tíðliga í juni skal A-landsliðið við monnum fyri fyrstu ferð í seytjan ár spæla venjingardystir á heimavølli. Fríggjadagin 4. juni koma íslendingar á vitjan, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 7. juni, verður Liktinstein mótstøðuliðið. Báðir dystirnir byrja klokkan 19:45.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivar, at um- og útbyggingin av Tórsvølli hevur gingið væl, og at langsíðan á vestaru síðu væntandi stendur liðug til landsdystirnar í juni. Tá verður eisini pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum kring vøllin.
Tó verður ikki møguligt at nýta alt plássið, og hetta er vegna koronastøðuna. FSF boðar í dag frá, at áleið 2.500 áskoðarar til dystirnar móti Íslandi og Liktinstein.
Atgongumerkjasølan byrjar fríggjadagin 21. mai klokkan 12:00, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Landsliðshópurin til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein verður kunngjørdur á tíðindafundi, sum verður í FSF-húsinum týsdagin 25. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald