Fótbóltur

Pochettino fingið bót og leikbann í tveir dystir

Argentinski venjarin hjá Tottenham var í øðini eftir tapið ímóti Burnley. Hetta gekk útyvir Mike Dean, og tað kostar nú.

Venjarin hjá Tottenham noyðist at halda seg frá síðulinjuni komandi tveir dystirnar
(Mynd: EPA)

Venjarin hjá Tottenham noyðist at halda seg frá síðulinjuni komandi tveir dystirnar (Mynd: EPA)

2019-03-06 12:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tottenham hevur ikki vunnið seinastu tríggar dystirnar í Premier League, og eftir 2-1 ósigurin í Burnley 23. februar gjørdist tað heitt eftir dystin. Mauricio Pochettino var alt annað enn nøgdur við avriki hjá Mike Dean og hansara hjálparadómarum, og hetta fekk venjaran hjá Tottenham at fara í harðan orðadrátt við nógv umtalaða dómaran mitt á vøllinum eftir seinasta bríksl.

Hetta er ikki slíkt, ið 47-ára gamli venjarin vanligt ger, men frustratiónirnar gjørdust ov nógvar, og tað kostar nú. FA hevur givið Pochettino leikbann í tveir dystir umframt eina bót uppá 10,000 pund. Hetta fekk hann fyri tað, ið bretar kalla "improper conduct", ið hevur nakað at gera við málið og/ella atburðin mótvegis dómaranum. Hetta er fyrstu ferð, at argentinin fær leikbann í sínum sjey árum í Onglandi.

Pochettino hevur góðtikið revsingina, og hevur biðið um umbering fyri sín atburð eftir dystin, ið meira ella minni sendi Tottenham úr stríðnum um meistaraheiti. Hann kemur at sita á áskoðaraplássinum, tá Tottenham vitjar hansara gamla felag Southampton leygardagin, og í stórdystinum á Anfield 31. mars. 

Tottenham spældi seg í gjár víðari í Champions League og liggur í løtuni á 3. plássið í Premier League. Tìggju stig eru upp til oddasessin og fýra stig niður til 5. plássi og grannan Arsenal.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder