Fótbóltur

Portugal byrjar verjuna av heitinum í kvøld

Ronaldo, Pepe, Fernandes, Silva og Silva, Jota og allir hinir skulu royna at spæla Portugal til gullið aftur. Liðið hjá Fernardo Santos er stórfavorittur í Ungarn í kvøld - hóast evropameistararnir eru á útivølli.

Gott lag til venjingina hjá Portugal á leikvøllinum í Budapest í gjár (Mynd: EPA)

Gott lag til venjingina hjá Portugal á leikvøllinum í Budapest í gjár (Mynd: EPA)

2021-06-15 14:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ungarn er á heimavølli í sínum tveimum fyrstu dystum í EM-endaspælinum men tað eru ikki hissini mótstøðulið, ið bíða: Portugal og Frakland. Talan er um ávíkavist evropameistararan og heimsmeistaran - tveir av størstu favorittunum at vinna endaspælið.

Hesi londini hittust í EM-finaluni í 2016. Tað var í París, og tað endaði óvæntað við sigri til Portugal. Nú skal liðið, ið á pappírinum helst er sterkari hesuferð, royna at endurvinna. Fyrsta fetið ímóti at gerast evropameistari skal takast á Puskas Arena í Budapest í kvøld. Ungarn er á heimavølli, men tað er eingin ivi um, at favorittleikluturin væl og virðiliga liggur yviri hjá Portugal.

[object Object]
Europameistararnir venja á Puskas Arena (Mynd: EPA)

[object Object]
Ronaldo kann framvegis vísa kynstir (Mynd: EPA)

Fernando Santos hevur nógvar ógvuliga dugnaligar og spennandi leikarar at velja ímillum í álopspartinum. Verjan er eisini sterk - tó er tað ein smeitur, at støðugi høgri bakkurin úr Manchester City, José Cancelo, er raktur av koronasmittu og harvið ikki verður við í endaspælinum.

Nógv fokus er sjálvandi á Cristiano Ronaldo, ið nú er vorðin 36-ára gamal. Í gjár flutti hann tvær Coca Cola-fløskur, ið vóru settar frammanfyri honum á tíðindafundinum og tók sína egnu vatnfløsku fram ístaðin. Coca Cola er ein av høvuðssuðlunum til endaspælið, men Ronaldo drekkur bara vatn. Ein av heimsins allarbestu fótbóltsleikarum seinastu fimtan árini heldur sær væl, men eftir eitt heldur misjavnt kappingarár í Juventus, eru nøkur spurnartekin sett við mannin, sum í finaluni í 2016, skaddur, meira ella minni stjórnaði liðnum saman við tí meira róliga Santos, ið Ronaldi hevur eitt sera gott samband við. Nú skal liðformaðurin hjá Portugal, umframt at taka málmetið í EM-endspølum einsamallur, royna at leiða Portugal allan vegin aftur. Við sær hevur hann eina rúgvi av dygdarleikarum.


Bólkur F
Týsdagin 15.06 

17.00 - Puskas Arena, Budapest - Ungarn - Portugal
20.00 - Allianz Arena, München - Týskland - Frakland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder