Fótbóltur

Premier League: spenningur um fjórða plássi

Stríði um fjórða plássi, ið gevur atgongd til Champions League fótbólt, bleiv leygardain tættari eftir at Chelsea óvæntað tapti á heimavølli ímóti West Bromwich, og Liverpool seinni vann á Arsenal. Manchester City stevnir beint ímóti sínum sjeynda meistaraheitið.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-04-04 16:02 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Premier League fór leygardagin í gongd aftur eftir landsliðsteðgin. Liverpool blandar seg aftur í stríðið um Champions League plássini, við sigri á Arsenal, eftir at Chelsea tapti óvænta á heimavølli. 

Á Stamford Bridge vann West Bromwich óvæntað 2-5 á Chelsea, og fekk harvið trý týðandi stig í botnstríðnum. Tað var tó Chelsea sum legði seg á odda, tá Christian Pulusic skoraði tá 27 minuttir vóru leiktir. Men bert tveir minuttir seinni var Chelsea verjuleikarin Thiago Silva vístur av vøllinum, tá hann fekk sítt seinna gula kort. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki skoraði Matheus Pereira tvey mál fyri gestirnar, og harvið fór West Bromwich til hálvleiks við eini 1-2 leiðslu.

Í seinna hálvleiki var Marcos Alonso nær við at javna fyri Chelsea tá hann hevði eina roynd á stongina. Ístaðin kom mál í hinum endanum, tá Callum Robinson økti til 1-3 tá 63 minuttir vóru leiktir. Bert fimm minuttir seinni var aftur mál til gestirnar. Hesaferð var tað Mbaye Diagne sum skoraði. Tríggjar minuttir seinni minkaði Mason Mount um munin til 2-4. Tað eydnaðist ikki Chelsea at koma afturíaftur, og ístaðin fekk West Bromwich eitt mál afturat, tá Callum Robinson skoraði til endaliga úrsliti 2-5 í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

Liverpool tók av møguleikanum at fáa spenning í topp-4 stríði aftur, tá teir vitjaðu Arsenal í London. Liverpool var greitt tað betra liðið, og vann ein uppibornan 0-3 sigur. Diogo Jota skeyt tvey mál fyri Liverpool meðan Mohammed Salah skeyt eitt.

Úrslitini leygardagin gera tað nú bert eru tvey stig á muni ímillum Chelsea og Liverpool.

Meðan spenningur er um evropeisku plássini og í botninum, so er eingin spenningur um fyrsta plassið í Premier League, har Manchester City stevnir beint ímóti meistaraheitinum. Leygardagin vóru teir ljósabláu á vitjan hjá Leicester, sum liggur nummar trý, har teir vunnu ein tryggan 0-2 sigur. Málini hjá City skutu Benjamin Mendy og Gabriel Jesus. Liðið hjá Pep Guardiola er nú 17 stig frammfyri Manchester United, sum liggur nummar tvey, ið tó hevur leikt tveir dystir færri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder