Finalan í PDC World Darts Championship varð leikt í Alexandria Palace í London í kvøld. Tað var 35-ára gamli Gerwyn Price, ið var ein lítil favorittur í sínari fyrstu finalu ímóti roynda skotanum Gary Anderson, ið á fimta sinni spældi HM-finalu.
Teir vunnu hvør sítt sett at byrja dystin við, men so var so at siga ongantíð veruligur ivi. Price vann tey næstu fimm sett. Harvið var 4-1. Spælt verður best av 13, so tað var tungur vegur hjá Anderson, ið tó vann tað næsta setti, so eitt sindur av lívi var í dystinum.
The Iceman hevði nógv at fegnast um í kvøld (Mynd: EPA)
Tað eydnaðist tó ikki hjá skotanum at venda dystinum, og neyðugt var ikki við meira enn tíggju settum. Gerwyn Price var sera stinnur, og harvið er fyrrverandi rugvy-leikarin nú heimsmeistari og styrkismettur sum nummar eitt í heiminum. "The Iceman" tekur hetta plássið frá niðurlendinginum Micheal van Gerwin og er tann fyrsti úr Wales, sum hevur vunnið PDC World Darts Championship. Fyri sigurin fær Price yvir fýra milliónir krónur. Anderson tapti sína triðju finalu.
Gary Anderson - Gerwyn Price 3-7
Annað
Price heimsmeistari eftir sannførandi finalusigur
Walisin er fyri fyrstu ferð best í heiminum í dart, tað er fyrsti walisin, sum hevur vunnið PDC World Darts Championship. Gary Anderson vann bert trý útav teimum tíggju settunum.
2021-01-03 23:20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald