Týsdagin varð skrivað undir avtalu millum Tórshavnar kommunu og ráðgevararnar Henning Larsen Architects og HMP-Consult um ráðgevandi arbeiðið í sambandi við nýggju skjótibreytina á Sandvíkum norðan fyri Hvítanes.
Ráðgevararnir skulu gera sokallaðar nøgdarlistar og tekningstilfar til útbjóðingingina.
Útbjóðingin skal fevna um:
- Sjálvar breytirnar verða fluttar bæði í skeet og í trap, soleiðis at tær koma so langt burtur frá fjøru, sum til ber. Skeet-breytirnar, ið eru tvær, skulu slættast, so klárt er at byggja á og bunkarin til OL-trap stoypast.
- Økið, sum dúgvurnar flúgva út yvir, skal slættast, turkast og gerast soleiðis, at til ber at koyra við lítlari ruddingarmaskinu, sum slær gras og sópar dúgvuskørini saman. Samstundis, sum hetta verður gjørt, skulu øll rør og kaðalar leggjast í jørðina.
- Niðast á breytini, har breytin møtir fjøruni, skal víggirðing gerast, sum steðgar dúgvunum at sveima oman í fjøruna, og sum avmarkar gang frá skotunum.
Neyðugt er at gera atgongdina hjá bilum betri og parkeringspláss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald