Áki Samuelsen hevur havt eitt frálíkt fyrsta kappingarár í norskum fótbólti. 21-ára gamli vongurin er byrjaður inni so at siga hvørja ferð hjá Ranheim, og hevur verið ein álopskendur profilur hjá liðnum og í næstbestu norsku deildini.
Havnarmaðurin hevyr 21 málstig (mál+upplegg) fyi Ranheim í 2015, og átti stóran leiklut í, at Ranheim kom í play-off umfarið um uppflyting.
Í gjár sendi Áki Samuelsen eisini Ranheim á play-off finalukós, tá hann skoraði við brotssparki miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Hetta var til 2-1, og so var trýst á Egersunds, sum hevði heimavøll. Talan er um felagið, sum seint í summar legiaði Árna Nóa Atlason úr Víkingi. 19-ára gamli føroyski miðvallarin hevur ikki spælt nakran dyst fyri besta liðið enn og var ikki í hópinum í gjár.
Tað eydnaðist Egersunds at javna í 84. minutti, og at avgerða við beinleiðis frísparki í 95. minutti.
Harvið 3-2 og stórur fagnaður á teimum í gulum og svørtum, sum í næstu viku skulu spæla um uppflyting til Eliteseriuna móti Aalesund.
Hinvegin vónbrot hjá Ranheim sum verður verandi í OBOS-deildini. Áki Samuelsen hevur sáttmála fyri næstu árini eisini, men áhugi hevur verið fyri føroyska U21-landsliðsliðskiparanum á hægri stigi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald