Annað

Rani og Astrid á gáttini til EM

Fremstu amboðsfimleikararnir í landinum eru Rani Dalsgarð og Astrid Nanly Breckman. Tey eru bæði á gáttini til at sleppa við til EM í amboðsfimleiki, sum verður í desember.

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-08-28 14:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyskur fimleikur hevur tikið seg nógv fram seinastu árini. Bæði estetiskur fimleikur og amboðsfimleikur hava víst góð úrslit.

FIMI í Gundadali er staðið í Tórshavnar kommunu, har íðkararnir venja bæði morgun, dag og kvøld.

Fremstu amboðsfimleikararnir í landinum eru Rani Dalsgarð og Astrid Nanly Breckman. Tey eru bæði á gáttini til at sleppa við til EM í amboðsfimleiki, sum verður í desember.

Eitt nú hevur Astrid tikið sær alla tíðina til fimleikin burturav í eitt ár.

Borgarstjórin, Annika Olsen, hitti báðar fimleikararnar í morgun, tá ið teir vandu saman við venjaragreipuni Razvan Selariu og Camelia Mindricel.

– Fimleikararnir skulu hava eina grøv í FIMI. Tað er avgerandi neyðugt fyri at fimleikararnir kunnu menna seg og hava tryggar umstøður at íðka í, sigur Annika Olsen.

Arbeiðið er mett at kosta 1 mió kr. Og ætlanin er at seta pengarnar av á fíggjarætlanini fyri 2021.

– Tað, at umstøðurnar at íðka fimleik í Føroyum verða betraðar, ger, at føroysku fimleikararnir fara at røkka enn betri úrslitum, sigur Eyðun Mørkøre, formaður í Føroya Fimleikasambandi.

– Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder