Annað

Rann eitt maraton um dagin í 150 dagar

Erchana Murray-Bartlett rann túrin fyri at savna pening inn til hótt djórasløg í Avstralia.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-01-16 15:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

32 ára gamla avstralska kvinnan, Erchana Murray-Bartlett, hevur júst sett met sum tann kvinnan, ið hevur megnað at renna flest maraton út í eitt.

Hon rann eitt maraton um daginí 150 dagar. Tá hon kom á mál í Melbourne hevði hon ikki bara sett nýtt heimsmet, hon hevði eisini savnað inn 100.000 avstralskar dollarar, svarandi til umleið til hálva millión krónur, til ein felagsskap, sum arbeiðir fyri at verja hótt djórasløg.

Murray-Bartlett hevur leingi runnið professionelt, men tá tað ikki eydnaðist henni at kvalifisera seg til OL í Tokyo, setti hon sær eitt annað mál. Hon vildi renna tvørtur um Avstralia og gera tað við at renna eitt maraton, 42,195 kilometrar, um dagin.

Hon rann teinin upp á 150 dagar, og sló harvið í ríkiligt mát metið hjá bretanum Kate Jayden, sum í fjør rann eitt maraton um dagin í 106 dagar.

Teinurin, hon rann var á 6.300 kilometrar. Hon brúkti tíggju pør av skóm á túrinum, umframt at fara eitt nummar upp í skóm, orsaka av hovnum fótum. 

Í 2012 rann danska Anette Fredskov eitt maraton hvønn dag í 365 dagar. Men hetta bragdið varð tó aldrið skrásett sum alment met.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder